Innanlands

Einar Waag kundi ikki siga nei til tilboðið

Bryggjaríið okkara heldur fram sum sjálvstøðug eind

(Mynd: Finnur Justinussen / Leit)

(Mynd: Finnur Justinussen / Leit)

2020-06-19 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit fingu eitt tilboð, sum vit ikki kundu siga nei til.

Soleiðis sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór við Norðlýsið um óvæntaðu tíðindini í gjárkvøldið, at bryggjaríið í Klaksvík nú hevur keypt hitt føroyska bryggjaríið, Okkara á Velbastað.

Einar Waag sigur, at samráðingargongdin millum partarnar hevur verið stutt. Einki er komið fram um keypsprís – tað er eitt trúnaðarmál millum partarnar, sigur Einar Waag við Norðlýsið.

Ongar ætlanir eru um at gera broytingar á Okkara, sum kemur at halda fram á sama hátt sum í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder