
Einar's Single Malt Whiskey hevur higartil í dag gingið sum heitt breyð, ella ja; føroyskt whisky.
Í gjár varð kunngjørt, at Føroya Bjór var til reiðar við meira føroyskum whisky, og tá latið varð upp í teimum størstu Rúsunum í landinum klokkan 10 - í Tórshavn, í Klaksvík og í Saltangará - vóru bíðirøðir. Í heimstaðnum hjá Føroya Bjór fóru tær næstan 100 fløskurnar uppá bara 12 minuttir, og saman við Rúsuni í Saltangará fóru 144 fløskur uppá áleið 20 minuttir.
Í høvuðstaðnum var lang bíðirøð, og fram til klokkan áleið hálvgum tólv var ein stríður streymur. Eitt sølufólk í Rúsdrekkasøluni í Tórshavn sigur við Portalin, at slíkt er púra óvanligt. Yvir 200 fløskur vórðu seldar uppá ein og hálvan tíma.
Les eisini: Gravgangur eftir føroyskum whisky
Í Trongisvági var bíðirøð, tá tað latið upp á middegi. Sølukvinnan, sum vit tosaðu við, segði, at innanfyri 10 minuttir vóru allar fløskurnar av Einar's Distillery Single Malt Whisky farnar, og at hon í sínum 26 árum í starvinum ikki hevði upplivað nakað líknandi áður.
Í Miðvági gekk ikki eins skjótt, men tær 24 fløskurnar vórðu seldar, áðrenn ein tími var farin.
Bíðirøð í Rúsini í Miðlon (Mynd: Sverri Egholm)
Á Norðskála varð alt skrætt burtur beinanvegin: Tær 30 fløskurnar vóru seldar, næstan beint eftir at Rúsan lat upp.
Hetta er aðru ferð, at føroyskt whisky kemur á marknaðin. Á Sandi letur Rúsan upp nú klokkan 14 og í Vestmanna klokkan 16. Har verða eisini nakrar fløskur seldar. 664 fløskur vórðu settar til sølur í Rúsunum kring Føroyar í dag.
Yvirlit yvir sølu av Einar's Distillery Single Malt Whisky í dag:
Har, ið latið varð upp klokkan 10:
Tórshavn: 216 fløskur - útselt klokkan 11.27
Klaksvík: 96 fløskur - útselt uppá 12 minuttir
Saltangará: 48 fløskur - útselt innanfyri 10 minuttir
Har, ið latið varð upp klokkan 12:
Trongisvágur: 36 fløskur - útslet innanfyri 10 minuttir
Miðvágur: 24 fløskur - útselt innanfyri ein tíma (áleið 50 minuttir)
Har, ið latið varð upp klokkan 13:
Norðskála: 30 fløskur - innanfyri tveir minuttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald