Innanlands

Eingi nýggj koronatøl í dag

Fáar kanningar vóru gjørdar í gjár, langa fríggjadag, og tí kemur Heilsumálaráðið ikki við tølum fyrr enn í morgin

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-04-11 09:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri fylgja við koronatølunum hvønn morgun, og hava sæð góðu gongdina seinastu dagarnar, men Heilsumyndugleikarnir hava valt at leypa dagin í dag um.

Orsøkin er, at ætlanin var at gera fáar kanningar í gjár langa fríggjadag.

Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður fyrsta páskadag, altso í morgin árini, segði Heilsumálaráðið í gjár.

Sostatt er støðan tann sama sum í gjár, at tilsamans 184 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna og 145 av teimum eru blivin frísk aftur. Hetta merkir at bara 39 fólk hava koronasmittuna í løtuni.

Sambært tølunum sum vórðu kunngjørd í gjár, er eingin innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við korona.

Fleiri tøl síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder