Í gjáramorgunin varð greitt, at onkur hevði skrivað "Antikrist rætt stava LGBT", har t-stavurin var sum ein krossur, á portrið uttanfyri Havnar kirkju.
Hetta hekk eftir øllum at døma saman við málinum um eins rættindi fyri øll foreldur, sum hevur fylt nógv í seinastuni. Málið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini varð viðgjørt leingi í Løgtinginum í gjár - øll uppskotini vórðu feld.
Les eisini:
16 fyri og 16 ímóti - uppskotið fall
Herverk meldað uttan fyri Havnar Kirkju
Herverkið varð meldað, men løgrelan hevur sum so eingi spor at ganga eftir. Hetta hendi um náttina, eingi eygnavitni tykjast at vera, og einki var at síggja á staðnum, ið kundi víst til ein ávísan persón ella nakrar persónar.
Tað einasta, ið løgreglan veit við vissu er, at stavirnir vórðu festir við kolstift ella onkrum líknandi, og tí er lætt at fáa tað av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald