2019-03-07 13:11
14 danir eru ákærdir fyri at hava deilt drápssjónbandið, har ein sær donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland lata lív. Men í Norra er eingin ákærdur.
Norska løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at løgreglan hevur fingið fleiri enn 400 fráboðanir um at sjónbandið er deilt har, men enn er eingin ákærdur.
Norska og danska løgreglan hava samstarva í kanningararbeiði um drápssjónbandið. Norska løgreglan hevur lagt størstan dent á at fáa steðga útbreiðsluni av sjónbandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald