Innanlands

Eingin av teimum smittaðu er innlagdur

Fyri lítlum samdøgri síðani var talið av koronasmittaðum í Føroyum 47. Nýggjastu tølini eru á veg, og talan verður helst um líknandi ella størri vøkstur, nú nógvar royndir verða tiknar

Lars Fodgaard Møller sló aftur í gjár fast, at hóast stóra vøksturin í talinum av smittaðum, so errímiligt tamarhald á støðuni, og ætlanin er

Lars Fodgaard Møller sló aftur í gjár fast, at hóast stóra vøksturin í talinum av smittaðum, so errímiligt tamarhald á støðuni, og ætlanin er "byrgja" smittuna inni og halda eina so flata kurvu sum gjørligt (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-18 06:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talið av koronasmittaðum í Føroyum vaks við heili 29 uppá eitt samdøgur. Hetta gjørdist greitt í gjáramorgunin.

Nýggjastu tølini verða nú gjørd upp av landslæknanum og hasara toymi. Lars Fodgaard Møller sum í Degi&Viku í gjárkvøldið enn einaferð gjørdu greitt, at talið fer at vaksa munandi, men at tað snýr seg um at fáa so flata kurvu sum gjørligt. Áleið 200 fólk vórðu kannaði í gjár - 247 fólk eru skrásett at vera í sóttarhaldi.

Sí tølini her

Hóast gongdina og heldur døpru útlitini er at fegnast um, at eingin av teimum smittaðu er innlagdur, og eingin er sambært Lars Fodgaard Møller álvarsliga sjúkur.

Tey, sum higartil eru rakt, eru fyri tað mesta ung. Tey harðast raktu støðini eru Havn og Klaksvík.




 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder