Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna.
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 157 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna, og tað vil siga at bara 27 føroyingar hava korona í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Í dag er 1. páskadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Heilsumálaráðið sigur, at næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður týsdagin tann 14. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald