Innanlands

Eingin fingið staðfest koronavirus seinasta samdøgrið - 11 afturat staðfest frísk

184 hava fingið staðfest smittuna í Føroyum - 131 eru vorðin frísk aftur. Ein persónur er innlagdur á koronadeildini

2020-04-08 07:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5153 kanningarúrslit.

Sostatt hevur eingin persónur fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið, har 118 kanningar eru gjørdar.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 131 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna, og talið av teimum ið eru sjúk í løtuni, liggur nú bert á 53.  

Ein persónur eru innlagdur á Landssjúkrahúsinum í sambandi við koronasmittuna. Tað vil siga, at ein varð útskrivaður í gjár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder