Í gjárkvøldið boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum frá, at eingin koronasmittaður var eftir í Føroyum, og í morgun komu so almennu boðini frá Heilsumálaráðnum.
– Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronasmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, eru nú allir staðfestir frískir.
Í gjár, dýra biðidag, vóru ongar kanningar gjørdar. Talið á kanningum er sostatt framvegis 8.403. Heilsumálaráðið leggur afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.133 kanningunum.
Also er eingin í løtuni smittaður, eingin er innlagdur, og eingin er eftir í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald