Innanlands

Eingin flogferðsla restina av degnum

Eitt flogfar fór til Keypmannahavnar í morgun, men hinir fimm túrarnir í dag eru avlýstir vegna veður

2025-02-06 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er rímiliga nógvur vindur í dag - í ein slíkan mun at tað ávirkar almennu samferðsluna og eisini flogferðsluna.

Sí eisini: Nógvar avlýsingar í samferðsluni í morgun

Sambært yvirlitinum yvir flogferðsluna í Vágum fór RC 450 avstað sum ætlað í morgun um hálvgum níggju tíðuna.

Men so er tað eisini tað, sum verður hósdagin 6. februar. Hinar báðar fráferðirnar og tær tríggjar ætlaðu komurnar eru allar avlýstar.

Sí flogferðsluna her

Tað var fyri løtu síðani, at Atlantic Airways avlýsti túrarnar vegna veður.

Tað er sjálvandi ilt at siga, men útfrá hvussu veðrið sær í morgin, fer flogferðslan helst at koma áleið í rætt lag fríggjadagin.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder