Innanlands

Eingin fólkaatkvøða enn í Russlandi

Ætlanin var, at fólkið 22. apríl skuldi avgerða um Vladimir Putin slappa at stilla upp til triðja forsetavalið á rað. Putin mælir nú russiska fólkinum til at verða heima komandi tíðina

Putin hevur sitið átta ár í forsetasessinum, og ætlar at verða verandi til longri enn 2024 (Mynd: EPA)

Putin hevur sitið átta ár í forsetasessinum, og ætlar at verða verandi til longri enn 2024 (Mynd: EPA)

2020-03-25 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vladimir Putin sat sum forseti í Russlandi frá 2000 til 2008. Tá var hvørt valskeið fýra ár, og loyvi var at sita átta, so í 2008 kundi hann ikki stilla uppaftur.

Tað gjørdi hann tó til forsetavalið í 2012 og vann. Tá varð vallógin eisini broytt, so talan nú er um seks-ára valskeið.

Ein forseti kann framvegis sita tvey valskeið út í eitt. Vladimir Putin hevur tó ongar ætlanir um at fara frá í 2024, tá núverandi valskeiðið er liðgur (hann varð endurvaldur í 2018) so uppskot til nýggja lóggávu er gjørd. 

Ein slík skal til fólkaatkvøðu, og hon skuldi eftir ætlan verða 22. apríl. Orsaka av koronavirusinum er hon tó nú útsett. Tað hevur Vladimir Putin kunngjørt í dag.

Hann segði eisini, at komandi vikan ikki verður vanlig arbeiðsvika í Russlandi, og hann mælir øllum russarum til at verða verandi heima. 

Ein nýggj dagfesting fyri fólkaatkvøðuna verður sett eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum í Russlandi, har 658 tilburðir av koronavirusinum. Ein av hesum 658 er deyður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder