Innanlands

Eingin føroyingur staðfestur smittaður

Yvir 100 eru kannaði seinastu tveir dagarnar - 2.284 tær seinastu kanningarnar hava verið negativar

2020-05-12 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronasmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest sjúkuna, eru allir staðfestir frískir.

Hetta byggir á í alt 8.554 kanningar - 104 kanningar eru gjørdar seinastu tveir dagarnar. Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.284 kanningunum, skrivar Heilsumálaráðið

Eingin aktivir koronatilburðir hevur verið í Føroyum síðan fríggjadagin 8. mai. Næstan tríggjar vikur eru síðani seinastu føroyingarnar fingu staðfest koronavirus.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder