Innanlands

Eingin hamstring á apotekinum

Apoteksverkið vísir á, at fólk bara kunnu keypa ein pakka av handkeypsheilivági

2020-03-12 18:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri at kunna varðveita eina nøktandi heilivágsveiting til samfelagið, hevur Apoteksverkið sett tiltøk í verk. Hesum boðar Apoteksverkið frá í dag.

Hetta merkir, at viðskiftafólk fáa ta nøgd av heilivági, ið svarar til vanliga nýtslu hjá tí einstaka. Somuleiðis kunnu viðskiftafólk bert keypa 1 pakka í senn, av sama handkeypsheilivági.

Vit eggja fólki til at vísa samfelagsanda og ábyrgd og mæla frá, at fólk keypir heilivág niður fyri.

Apoteksverkið heitir á viðskiftafólk um at halda nøktandi frástøðu inni á apotekunum. Meginreglan er, at hevur ein tekin um krímsmittu, skal ein ikki koma á apotekið, sigur Apoteksverkið, sum eisini heitir á fólk um at nýta gjaldskort heldur enn reiðan pening.

Higartil eru ikki tekin um veitanartrupulleikar av heilivági til føroyingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder