Kirkju- og mentamálaráðharrin í Danmark, Joy Mogensen, legði í gjár upp til, at at kirkjurnar spakuliga lata upp til páskirnar. Hetta tí at tað tyktist skeivt, at ikki hava møguleika fyri at hátíðarhalda páskahátíðina í kirkjunum.
Tiltøkini móti koronavirusinum í Danmark, ið millum annað siga, at ikki fleiri enn tíggju fólk skulu savnast og at frástøða skal haldast, eru annars galdandi til 2. páskadag. Joy Mogensen segði eisini, at tað sjálvandi skuldi takast fyrivarni fyri serligu støðuni.
Hon fekk tó skjótt nógvar atfinningar frá fjølmiðlum og viðmerkjarum, og prestar og biskoppar gjørdu eisini vart við sína stúran og ónøgd um, at ráðharrin umhugsaði hetta. Á fleir pallum ígjøgnum dagin í gjár varð víst á, at fólkakirkjan ikki skuldi verða hevjað yvir onnur støð, eisini frá prestunum sjálvum, at tað er sera umráðandi at halda fast í tiltøkunum, og at tað skal vera ein greið linja í stríðnum móti koronavirusinum.
Í gjárkvøldið gjørdi kirkjumálaráðið so endaliga greitt, at kirkjurnar ikki skulu hava guðstænastur um páskirnar.
- Tað pínir framvegis, at vit noyðast at hátíðarhalda páskini uttan at fara í kirkju. Men eg eri glað fyri, at fólkakirkjan stendur fast saman við restini av samfelagnum
Hetta segði Joy Mogensen í tíðindaskrivinum hjá kirkjumálaráðnum.
Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at ein breiður meiriluti ikki vildi hava mentamálaráðharran at samráðast um ein hjálparpakka til mentanarlívið - tað er ikki álit á henni í flestu av flokkunum, skriva danskir miðlar.
Í Føroyum eru ongar ætlanir um at hava kirkjunar opnar og at hava guðstænastur um páskahátíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald