Um tú ikki ætlar at hyggja eftir fótbólti við Djúpumýrar, so mást tú finna uppá okkurt. Tú fært so onga konsert fyrr enn dysturin millum KÍ og Víking er liðugur.
Annar dagur á Summarfestivalinum er í dag. Fólk hava hugna sær í góðveðrinum í allan dag, og veðurforsagnirnar siga eisini gott veður í kvøld, um ikki sól, so stil og turt veður.
Fyrsta navnið í dag byrjar ikki fyrr enn klokkan 20, tá norski rokkbólkurin úr Noreg, Kongkamerat trínur á pallin í Tjaldinum. Klokkan 21 er stóra navnið Rasmus Seebach, og Lea Kampman spælir aftaná hetta í Tjaldinum.
Seinni í kvøld spæla millum annað Dynamit Perlur, Hamradun, Swangah og Páll Finnur Páll.
Dysturin millum KÍ og Víking byrjar klokkan 18:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald