
Ætlanin at seta ein stóran marglittan glaskross upp á Høganesi hevur elvt til nógv kjak kring landið. Nógv halda at hetta er eitt gott hugskot, men nógv onnur eru ímóti.
Nú er greitt, at ætlanin er slept. Hesum boða stigtakararnir, sum saman við listafólkinum hava skift orð um ætlanina um høgtíðina, frá í stuttum skrivi seinnapartin.
- Ásannandi at henda ætlan ikki er til gleði fyri øll, men at fólk av ymiskum ávum ikki taka undir við ætlanini, meta stigtakarar og listafólkið, at skilabest er at sleppa ætlanini
Síðani kunningarfundin á Svangaskarði 23. mars hevur høvi verið at sæð modell av listaverkinum á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu. Fólk hava síðani havt møguleika at borið fram sína hugsan um ætlanina.
Tróndur Patursson skuldi gera krossin. Eftir ætlan hevði hann verið 17 metrar og harvið verið sera sjónligur við millum annað Skálafjørðin.
Áleið soleiðis hevði tað sæð út á Høganesi, um krossurin hevði komið upp
Ístaðin fer tað framhaldandi at síggja soleiðis út (Mynd: nes.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald