
Nú eru fýra vikur síðani, at seinasti smittutilburðurin varð staðfestur í Føroyum.
Tað var 12. mars, tá eitt ferðafólk fekk staðfest smittuna við komu til Føroya. Síðan tá er eingin staðfestur positivur fyri koronu í Føroyum.
Fyri at finna seinastu ferð ein persónur varð smittaður við koronu innanlands í Føroyum, skulu vit heilt aftur til 25. januar – næstan tríggjar mánaðir.
Tilsamans 661 persónar hava fingið staðfest koronu í Føroyum, og av teimum vórðu 660 staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.
Í Føroyum hava vit higartil gjørt tilsamans 246.276 kanningar.
Næstan 14 prosent av fólkinum koppsett
Fleiri enn 11.400 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum, og sambært uppgerð hjá corona.fo hava 13,9 prosent av fólkinum í Føroyum fingið fyrru koppsetingina, meðan 7,8 prosent eru liðugt koppsett.
Les eisini: 500 fólk kunnu nú savnast – heimauppihaldið verður stytt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald