Innanlands

Eingin nýggjur koronutilburður

Tvey fólk eru smittaði í løtuni - trý eru í sóttarhaldi

181 kanningar vórðu gjørdar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

181 kanningar vórðu gjørdar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-10 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tíggju dagar uttan koronusmittu í landinum, vórðu tveir smittutilburðir staðfestir við kanning á flogvøllinum sunnudagin.

Les eisini: Korona aftur staðfest í Føroyum

Hetta tykist tó ikki at hava breitt seg. Tær báðir persónarnar, umframt ein afturat, eru bundnir av sóttarhaldi í løtuni. Í gjár vórðu 181 kanningar gjørdar - eingin vísti positivt svar.

Tilsamans eru gjørdar 234.365 koronukanningar í Føroyum. 660 persónar hava, og 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder