Fyri fyrstu ferð eru koronatølini kunngjørd á middegi.
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Eingin nýggur tilburður er staðfestur seinasta samdøgrið, skrivar Heilsumálaráðið.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
8157 kanningar eru samanlagt gjørdar - 91 síðani sunnumorgunin tá tøl seinast vórðu kunngjørd.
Beint undir tvær vikur eru síðani seinastu tilburðirnir, og um støðan heldur sær, so verður skjótt eingin aktivur tilburður.
Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald