2021-04-15 12:04

Í gjár kunngjørdu heilsumyndugleikarnir, at ein persónur, sum kom til Føroyar týsdagin, var smittaður við bretska koronufrábrigdinum - B.1.1.7. Hetta er fyrsti koronutilburðin, sum er staðfestur í Føroyum síðani 12. mars.
415 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár. Har var eingin smitta at finna. Harvið er ein persónur smittaður í løtuni, og hesin persónurin er tann einasti, ið er í sóttarhaldi.
662 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Samanlagt eru 240.022 kanningar gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald