
Týsdagin fekk eitt ferðafólk staðfest koronu við komu til Føroya, og talan vísti seg at vera um bretska frábrigdið, B.1.1.7. Persónurin er farin í sóttarhald, og síðan tá er eingin smittutilburður staðfestur afturat, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Støðan er sostatt framvegis tann, at ein persónur er smittaður í løtuni, og at 662 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Harav eru 660 persónar staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.
Í gjár vórðu 259 kanningar gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Samlaða talið á kanningum, sum eru gjørdar í Føroyum, er nú komið upp á 240.281.
Síðan 12. mars er bert ein smittutilburður staðfestur í Føroyum, men eingin er smittaður innanlands í Føroyum síðan 25. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald