Innanlands

Eingin nýggjur tilburður í gjár

Í løtuni eru 28 persónar smittaðir við koronu í Føroyum, og tveir eru innlagdir

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-02 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið er eingin nýggjur koronasmittutilburður staðfestur í Føroyum, vísa nýggjastu tølini á corona.fo.

Síðan í gjár eru seks persónar afturat staðfestir frískir eftir at hava havt koronu, og sostatt er talið á smittaðum í løtuni farið niður á 28.

78 fólk eru í sóttarhaldi, og enn eru tvey fólk innløgd við koronu.

Tilsamans 985 persónar eru staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum, og av teimum eru 955 staðfestir frískir aftur. Tveir persónar eru deyðir við koronu í Føroyum.

371.573 kanningar eru gjørdar í Føroyum. Í gjár vórðu 1.282 kanningar gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder