2020-10-12 23:26
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ikki síðani hósdagin er ein tilburður av covid-19 staðfestur í Føroyum. Tá var ein persónur staðfestur positivur.
Seinasta samdøgrið eru tvey staðfest frísk aftur, og sostatt eru 14 positiv í Føroyum í løtuni. Sambært tølunum hjá Heilsumálaráðnum eru 99 fólk í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur.
Tíðarskeiðið har flest fólk hava verið smittað við korona, var um miðjan august, tá 147 fólk høvdu smittuna. Her skal havast í huga, at tilburðir umborð á útlendskum skipum, sum lógu við bryggju í Føroyum, taldu við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald