2019-10-06 16:15
Fyri veður siglir avloysaraskipið hjá Smyrli um Suðuroyarfjørð, ferjan Prince, ikki í morgin. Hesum boðar Strandferðslan frá í dag.
Veðurstovurnar boða frá nógvum vindi í morgin, og hetta ávirkar eisini aðrar leiðir hjá Strandferðsluni.
Teistin byrjar at sigla klokkan 08:10 úr Skopun. Fráferðirnar klokkan 06:45 og 07:25 eru avlýstar.
Spógvin siglir ikki millum Gomlurætt og Hest í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald