At Føroya Løgting í dag hevur blandað seg uppí verfallið og sent sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis aftur, er als ikki fallið í góða jørð í fakfelagsheiminum. Fleiri stór fakfeløg hava lýst samhugaverkfall fyri í morgin.
Sí eisini:
Starvsfelagið fer í samhugaverkfall
Pedagogar í samhugaverkfall í morgin
Eitt teirra er Starvsfelagið. Formaðurin Súni Selfoss segði við Kringvarpið í kvøld, at atgerðin í dag líkist ongum, og at hetta als ikki verður mest ógvuliga átakið hjá felagnum, um støðan ikki broytist.
Føroya Pedagogfelag hevur eisini lýst samhugaverkfall, og so eru tað skúlarnir. Jacob Eli S. Olsen boðaði í Kringvarpinum frá, at eingin skúlagongd verður í morgin. Hetta var beint eftir, at triðja viðgerð hevði verið.
Harvið hava nógvir skúlanæmingar og lærarar frí í morgin, men orsøkin er alt annað enn gleðiligt. Undantøkini í hesum førinum eru forskúli, leiðsla og serskúlatilboð. Hesi halda fram sum vanligt.
Samhugaverkfall er eitt - formaðurin í Føroya Lærarafelagi segði við Kringvarpið, at hetta væl kundi ávirka samráðingarnar, sum eru í gongd við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Lærararnir skulu hava nýggjan sáttmála. Partarnir skulu hittast í næstu viku.
Innanlands
Eingin skúlagongd í morgin
Føroya Lærarafelag hevur eisini lýst samhugaverkfall fyri fríggjadagin 3. november. Undantøk eru forskúli, leiðsla og serskúlatilboð. Formaðurin sigur við KVF, at hendingarnar í dag kunnu ávirka samráðingarnar hjá lærarunum
Jacob Eli S. Olsen í løgtinginum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2023-11-02 21:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald