
Í farnu viku fekk eitt starvsfólk á Boðanesheiminum staðfest koronusmittuna - tveir dagar eftir, at viðkomandi hevði verið til arbeiðis
Orsakað av hesum vórðu starvsfólk og búfólk á deildini kannaði fyri koronu hvønn dag í farnu viku og aftur í gjár. Allar hesar kanningarnar vóru negativar
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
- Nøkur starvsfólk og øll búfólk á deildini, har viðkomandi starvsfólk arbeiðir, hava verið í sóttarhaldi, og deildin hevur verið stongd fyri vitjandi. Deildin er í morgun latin uppaftur, og gerandisdagurin kann aftur vera sum vanligt við teimum koronutilráðingum, sum annars eru.
Tað at tað er staðfest, at eingin er smittaður á deildini merkir eisini, at avvarðandi nú aftur kunnu vitja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald