2020-05-08 22:30
Nú er eingin eftir í Føroyum, sum er smittaður við COVID-19.
Hesum boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, frá á Facebook í kvøld.
Fyrr í kvøld skrivaði landsstýrismaðurin, at hann skjótt vónaði at fáa boðini um, at Føroyar vóru koronafríar, og tað fekk hann.
– So eru Føroyar koronafríar, vóru stuttu boðini á Facebook fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald