2021-04-26 15:05

Nú eru tríggir mánaðir síðani koronasmitta varð staðfest innanlands í Føroyum. Seinast var 25. januar. Teir fáu tilburðirnir, sum eru skrásettir seinastu mánaðirnar hava allir havt samband við útheimin.
663 persónar hava higartil fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 661 síðani staðfestir frískir. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. Ein persónur er positivur í løtuni.
Tilsamans eru 251.252 kanningar gjørdar í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald