Innanlands

Eingin fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið

Talið á føroyingum, ið hava fingið staðfest koronasmittuna er framvegis 187, og talið á frískum er framvegis 178

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2020-04-24 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru framvegis 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 6.458 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið, upplýsir Landslæknaembætið í morgun.

178 føroyingar eru framvegis staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna, og eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við smittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder