Innanlands

Eingin smittaður við koronu

Allar 246 kanningarnar, ið vórðu gjørdar í gjár, vóru negativar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-03-24 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdist greitt, at komið var aftur niður á null við koronutilburðum í Føroyum.

Les eisini: Føroyar aftur koronafríar

Eftir tær 246 kanningarnar í gjár er greitt, at tað framvegis eingir aktivir tilburðir eru. Tilsamans eru nú gjørdar 238.640 kanningar í Føroyum, sambært korona.fo.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Eingin persónur er smittaður innanlands í Føroyum síðani síðst í januar, og fyri einum mánaði síðani var komið niður á null fyri frystu ferð í ár.  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder