2020-11-19 16:02

Í gjár vórðu 664 kanningar gjørdar, og eingin smitta varð staðfest í nøkrum av teimum. Sostatt hevur eingin fingið staðfest covid-19 í Føroyum seinastu fýra dagarnar.
Støðan er framvegis tann, at 498 persónar eru staðfestir positivir í Føroyum, og at 495 eru staðfestir frískir aftur. Talið á positivum í løtuni er framvegis trý.
Tilsamans eru 163.443 kanningar gjørdar, og seks persónar eru í sóttarhaldi. Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald