2020-10-23 12:47

478 kanningar vórðu gjørdar í gjár, men eingin varð staðfestur positivur, boðar Landslæknin frá.
Støðan er sostatt framvegis tann, at 490 hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og at 473 teirra eru staðfest frísk aftur. Talið á teimum, sum eru positiv í løtuni er framvegis 17.
Tilsamans eru 148.854 kanningar gjørdar í Føroyum.
Eingin er í løtuni innlagdur við covid-19 í Føroyum. 62 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald