2020-11-02 12:10

Eingin varð staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum sambært corona.fo.
154.511 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og 233 vórðu gjørdar í gjár.
Sostatt eru framvegis 495 staðfest positiv fyri covid-19 í Føroyum, og 490 teirra eru staðfest frísk aftur. Fimm positiv eru eftir.
Í løtuni er eingin innlagdur við covid-19 í Føroyum. 26 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald