Innanlands

Eingin staðfestur positivur í gjár

Talið á positivum í løtuni er framvegis trý – 164 kanningar vórðu gjørdar í gjár

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-11-16 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð eingin nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Støðan er sostatt óbroytt. Enn eru 498 persónar staðfestir positivir fyri covid-19 í Føroyum, og 495 teirra eru síðani staðfestir frískir aftur. Talið á positivum í løtuni er tí framvegis trý.

164 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 161.610 kanningar gjørdar í Føroyum.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder