2021-01-18 10:57

Í gjár varð eingin staðfestur positvur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
234 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 214.876 kanningar gjørdar í Føroyum.
Seinasta samdøgrið er ein persónur staðfestur frískur, og eru sostatt bert seks positiv eftir nú.
Tilsamans hava nú 649 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum, 642 teirra eru staðfestir frískir aftur, og ein persónur er deyður.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 26 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald