2020-10-25 12:32

Øll úrslitini av teimum 345 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár vórðu negativ. Sostatt er eingin staðfestur positivur í Føroyum í tríggjar dagar.
Sambært nýggjastu hagtølunum eru nú fleiri enn 150.000 kanningar gjørdar í Føroyum seinastu átta mánaðirnir, síðan fyrsta kanningin varð gjørd.
Tilsamans eru 490 persónar staðfestir positivir í Føroyum, og av teimum eru 478 staðfestir frískir aftur. Sostatt eru 12 persónar positivir í løtuni.
Eingin er innlagdur í sambandi við covid-19, og 62 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald