Innanlands

Eingin staðfestur smittaður seinasta samdøgrið

47 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og øll úrslitini vóru negativ – Talið á smittaðum er framvegis nul

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-05-10 10:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð staðfest, at eingin føroyingur var eftir, sum var smittaður við korona, og í dag er heldur eingin smittaður, upplýsir Heilsumálaráðið í morgun.

47 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og úrslitini vóru øll negativ.

Tilsamans eru 8.450 kanningar gjørdar, og seinastu 2.180 kanningarnar hava verið negativar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder