2018-06-27 08:59
Fyrradagin hendi eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík, har ein persónbilur og ein býarbussur stoyttu saman.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at persónbilurin kom ov langt út á mótkoyrandi vegbreyt, og fyri at sleppa undan samanstoyti, vendi bussurin av vegnum. Bilurin og bussurin stoyttu tó saman hóast at bussførarin royndi at sleppa undan.
Einki óregluligt var orsøkin til samanstoytin enn at bilførarin hevur verið óansin og er komin inn á mótkoyrandi vegbreyt. Tí verður samanstoyturin skrásettur sum eitt vanligt ferðsluóhapp.
Eingin stórur persónskaði stóðst av samanstoytinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald