
Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár.
236 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 228.007 kanningar gjørdar í Føroyum.
Í gjár varð kunngjørt, at ein nýggjur tilburðir var, og at tað helst var talan um bretsku útgávuna av covid-19, sum nevnist B.1.1.7. Hetta verður sambært landslæknanum staðfest ein av komandi døgunum.
Les eisini: Ein tilburður av bretska frábrigdinum í gjár
Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald