Í gjár vóru allir sjúklingar, sum vóru innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum og fingu antibiotika, kannaðir fyri COVID-19.
Úrslitini eru nú greið og allar royndirnar vóru negativar.
Talan var um stakroyndir millum tey, ið vóru innløgd í gjár og ongar ætlanir eru um at endurtaka kanningina uttan so, at Landslæknin metir tað vera neyðugt.
- Vit høvdu ongan ítøkiligan illgruna um smittu á teimum trimum sjúkrahúsinum, men tað er sjálvandi gott at fáa tað staðfest. Úrslitini bera eisini boð um, at tey innløgdu fáa bestu verjuna, tá vit so vítt gjørligt handfara illgruna um smittu uttanfyri sjúkrahúsini, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum.
Í alt vóru 35 sjúklingar kannaðir á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald