Innanlands

Eingin tilburður staðfestur í gjár

Talið á smittaðum er framvegis tvey – Tær 193 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár vóru allar negativar

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-21 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu 193 koronakanningar gjørdar, og allar vóru negativar. Sostatt er eingin smittutilburður lagdur afturat síðan í gjár.

Í løtuni eru tveir persónar smittaðir við koronu. Í báðum førum er talan um bretska frábrigdið, B.1.1.7, og í báðum førum er talan um persónar, sum hava verið uttanlands. Tilburðirnir vórðu staðfestir ávikavíst 13. og 19. apríl.

Eingin er smittaður innanlands í Føroyum síðan 25. januar.

Sambært corona.fo eru nú tilsamans 249.649 kanningar gjørdar í Føroyum.

Samlaða talið á persónum, sum hava fingið staðfest koronu í Føroyum er 663. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Tríggir persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder