Innanlands

Eingin tilburður staðfestur í gjár

Lítla viku aftaná ólavsøku er einki at síggja til nakað smittuútbrot

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-08-04 12:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er einki at síggja til nakað smittuútbrot av koronu á ólavsøku, sum var fyri viku síðani.

1091 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið og allar vóru negativar, vísa tølini hjá landslæknanum.

Síðani í gjár eru átta staðfest frísk aftur og tað eru nú 22 sum eru positiv við covid-19 í løtuni.

58 fólk eru í sóttarhaldi og eingin er innlagdur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder