Løgreglan fekk í gjár onkra fráboðan um, at tað tyktiskt at vera eldur í á Hjalla, har millum annað roykur sást.
Tað var tó eingin vandi á ferð, og tað er ikki fyrstu ferð, at talan hevur verið um slíkan "falskan alarm" í sambandi við hetta øki í høvuðsstaðnum.
Tað er tá, gass verður "brent av", at tað kann "tulkast" sum, at eldur er í, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá fyrrapartin.
Hetta kann vera nakað gott og umráðandi - at fólk boða frá - men í hesum førinum er tað bert ein fyritøka, sum ger sítt arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald