2020-05-15 17:00
Í dag, júst eina viku eftir, at Føroyar varð lýst koronafrítt øki, er framvegis eingin smittaður.
69 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og tilsamans eru nú 8.779 kanningar gjørdar.
Sambært Heilsumálaráðnum er eingin smitta staðfest í seinastu 2.509 kanningunum.
Samlaða talið á skrásettum tilburðum í Føroyum er sostatt enn 187.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald