
Á tíðindafundinum í morgun segði Bárður á Steig Nielsen, at landið ikki hevur heimild til at forða ferðamannaskipum at koma til Føroyar. Løgmaður heitti tó staðiliga á kommunurnar um, at nokta ferðamannaskipum atgongd komandi tíðina.
Les eisini: Landsstýrið steingir ikki havnirnar enn
Tòrshavnar kommuna hevur longu tikið støðu til, at komandi tíðina skal einki ferðamannaskip koma inn á Havnina. Hetta váttaði Annika Olsen í beinleiðis sendingini hjá Kringvarpinum um coronavirusið fyri lítlari løtu síðani.
Tíðarskeiðið var ikki heilt tikið støðu til enn, men í øllum førum sleppur ferðamannaskip, sum eftir ætlan skuldi leggja at bryggju 20. mars, ikki til Føroyar. Tað skuldi koma úr Ísland.
Borgarstjórin segði, at 55 ferðamannaskip hava boða frá komu í 2020. At Tórshavnar kommunu noktar teimum at koma til Havnar fer at kosta fíggjarliga, men Annika Olsen sigur, at hetta kemur avgjørt í aðru rekkju nú.
Annika Olsen segði eisini, at ivasamt er við Grækarismessuhaldinum, sum er á skránni seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald