Aftur í dag er stórur áhugi fyri flogferðsluni í Vágum. Flightradar24, har tað sæst, hvar flogførini eru stødd, er væl umtókt millum føroyingar, og flogfarið hjá Atlantsflogi úr Íslandi er tað, sum flest fólk fylgja við í heiminum í løtuni.
Fyri løtu síðan vóru tað 3000 fólk, sum fylgdu við flogfarinum á Flightradar24.
Umframt vanlig ferðandi sum eru ávirkað av nógva mjørkanum, er tað eisini føroyska hondbóltslandsliðið, sum í annaðkvøld skal spæla avgerandi dyst móti Norðurmakedonia, og sum orsakað av veðrinum ikki er sloppið av stað.
Sí eisini: Alt hongur á veðrinum í Vagum
Flogfarið úr Keflavík skuldi eftir ætlan lenda nú beint eftir døgurða, men flýgur í løtuni í bíðistøðu vestanfyri Mykines.
At síggja til er nakað klárari í Vágum í dag, men nú er so eitt gott samdøgur síðan nakað flogfar lendi á Vága Floghavn seinast.
Sum skilst er hendan næsta løtan besti møguleiki at lenda næsta samdøgrið.
Nýggjastu boðini eru, at flogfarið, sum skal til Keypmannahavnar, er seinkað, og at flogfarið hevur umleið ein og ein hálvan tíma at flúgva omanfyri og royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald