2022-02-13 09:50

Hjá løgregluni eru tey um at vera liðug við at kanna málið um lívleysa mannin, sum varð funnin á sjónum í Havn leygardag fyrrapart.
Ein fráboðan kom stutt eftir klokkan hálvgum tólv, og løgregla, sløkkilið og sjúkraflutningstænastan fóru oman á havnaøkið.
Vakthavandi á politistøðini sigur í morgun, at tað er fyribils einki, sum bendir á, at nakað illgrunasamt er farið fram. Líksýn skal gerast av manninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald