placeholder
Innanlands

Einki stórt ólavsøkukór í ár

Fyri at halda tilmælini, hevur Kórsambandið heitt á Havnarkórið um at taka sær av framførsluni á Tinghúsvøllinum í ár. Luttøkan í ólavsøkukórinum er sostatt ikki almenn í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-15 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vegna koronatilmælini hevur nevndin í Kórsambandi Føroya ikki hildið tað verið ráðiligt at skipa kórsangin ólavsøkumorgun, sum vanligt hevur verið.

Tað verður boðað frá í tíðindaskrivi í dag.

Seinastu árini hava væl omanfyri 200 sangarar úr øllum landinum mannað kórið. Um tilmælini skulu haldast, ber hvørki til at hava venjingar ella at framføra á Tinghúsvøllinum við so nógvum sangarum.

- Sum skilst verður skipað fyri bæði guðstænastu og skrúðgongu eftir galdandi tilmælum, og tí ynskir Kórsambandið at halda fast við siðvenjuna at hava kórsang á Tinghúsvøllinum, tó at kórið í ár verður munandi skert, verður sagt.

Kórsambandið hevur tí heitt á Havnarkórið um at taka sær av framførsluni á Tinghúsvøllinum í ár. Tískil er luttøkan í ólavsøkukórinum ikki almenn í ár.

- Vit í Kórsambandinum eru greið yvir, at hetta eru ring tíðindi hjá mongum kórsangarum, tí hjá nógvum er luttøkan í ólavsøkukórinum sjálvt hæddarpunktið í tjóðarhátíðini. Vónin er sjálvandi at øll skilja støðuna og at tað næsta ár verður sungið og framført sum vanligt, sigur Kórsambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder