Innanlands

Einki stress undir Íslandi

Tað einasta, eg skal hugsa um, er fiskin og at fiska. Hóast nógv er at gera, so er tað einki stress, tí tað er bara hetta, sum er at gera, sigur ungi dekkarin á Stapanum

2026-07-12 20:03 Author image
Danjal av Rana
placeholder

Fyri 22 ára gamla Elias Lamhauge var tað ynskið um at royna okkurt nýtt og møguleikin fyri góðari løn, ið fekk hann at leita sær til sjós. Í dag er hann dekkari á línuskipinum Stapin av Toftum.

- Hetta er 26. dagur á túrinum, vit hava fiskað í 23 dagar, sigur hann. Tað er fyri tað mesta toskur og hýsa, men teir hava eisini fingið havtasku, brosmu og longu.

[object Object]

Teir ganga átta tímar á vakt. Dagarnir eru strævnir og merktir av rutinu, men tað passar unga havnamanninum væl. Hóast arbeiðið er hart, gevur tað honum eina serliga kenslu av sálarró.

- Eg havi frið í mær sjálvum her og í rutinuni umborð. Hvør dagur er so at siga líka, og tað passar mær væl. Tá vit draga línuna inn, so er bara at leggja í vaðið at kryvja og splitta. Tað einasta, eg skal hugsa um, er fiskin og at fiska. Hóast nógv er at gera, so er tað einki stress, tí tað er bara hetta, sum er at gera, sigur hann.

Tá vaktin er av, fara teir at skaffa, onkrir ringja heim og tosa við familju og vinir eina løtu, onkur fer at venja og so leggja teir flestu seg at sova til næstu vakt.

[object Object]

Elias Lamhauge dylir ikki fyri, at tað er lønin, sum dregur hann til sjólívið.

- Bæði prísirnir og fiskiskapurin eru góðir fyri tíðina, so hýran er eisini góð. Tá er lættari at trívast umborð eisini. Tað er bara ein manning á Stapanum, so har eru færri at býta hýruna við.

Tað var gubbin, sum skaffaði Eliasi Lamhauge fyrsta kjansin við einum báti, men hann ringdi sjálvur til skiparan á Stapanum at biða um kjans.

- Tað er krav, at man skal hava trygdarskeið og heilsukort, fyri at sleppa við, so eg syrgdi fyri at taka tað, áðrenn eg byrjaði at spyrja meg fyri hjá ymsum bátum, sigur hann.

Teir eru 14 mans við Stapanum, ein annar er javnaldrandi við Elias, meðan hinir eru nakað eldri. Samanhaldið er gott, og teir eru mest sum ein lítil familja.

- Man skal hava eitt sindur tjúkka húð, tað skal man. Ikki vera ov sartur ella smæðin. Tað kemur meiri enn so fyri, at menn skelda, men tað má man bara pressa ígjøgnum, og royna ikki at taka tað, sum verður sagt, ov persónligt. Tað hjálpir heilt víst at hava onkran javnaldrandi umborð eisini, tí tað er lættari at finna saman við fólki á tínum aldri, tá fríløtur eru, sigur hann.

- Man býr tætt saman, so man má hava ein góðan hugburð, tað nyttar lítið at ganga runt og vera súrur og keðiligur. Neiligir persónar eru ikki væl lýddir umborð, tað er nógv lættari, um man er blíður og smílandi, sigur hann.

- Vit hava bara eina manning, so vit eru gjarna úti í 40 dagar, og so heima í tveir dagar millum túrarnar. Vanliga eru vit við tríggjar túrar á rað, so tað er nógv tíð úti, sigur hann.

Ungi havnamaðurin væntar tó ikki, at hetta verður lívsstarv hansara.

[object Object]

- Sjólívið er gott, men eg síggi ikki fyri mær at hava konu og børn við hesum lívinum. Vit eru ofta úti í 40 dagar og bara heima í tveir, og plaga ofta at vera við tríggjar túrar á rað, áðrenn vit fáa okkum frí ein túr. Eg vænti, at eg verið sjómaður í nøkur ár afturat og so fari eg í land aftur, greiðir hann frá.

Hann vil absolutt viðmæla øðrum at royna sjólívið, um høvi býðst.

- Eg haldi, at tað er sera mennandi at royna hetta lívið, so er so annarleiðis enn øll størv, tú kanst hava á landi.

--

Fleiri greinar í røðini

Elias Lamhauge: Einki stress undir Íslandi

Eyðun Beder Jónsson: Mær leingist at sleppa umborð aftur

Zakarias Ridao Wang: Landið er bygt á sjómenn

Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans

Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár

Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder