2024-04-16 17:40
Eftir tilmæli frá havnarmeistarunum, hevur havnarnevndin í Tórshavnar kommunu í morgun samtykt ikki at gera leigusáttmála um øki til tjóðleikhús á Eystaru bryggju í Havn.
Hetta skrivar in.fo seinnapartin.
Fýra arkitektafyritøkur komu annars í september 2022 við uppskoti um, hvussu nýggja tjóðleikhúsið við Bursatanga í Havn skuldi síggja út. MAP Arkitektar vunnu kappingina.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/04/16/890x590/1713285152edmvvb1jqt.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/04/16/890x590/1713285143ab71nvzn0i.webp)
Tað er Tórshavnar býráð, sum skal taka endaliga avgerð í málinum, men vanliga verða avgerðir hjá havnarnevndini fylgdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald